tb.fo
Myndir frá fótbóltsskúlanum | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/myndir-fotboltsskuli
On 12, Aug 2015. Fótbóltsskúlin sum Tvøroyrar Bóltfelag skipar fyri í hesum døgum er væl vitjaður. Umleið 100 børn eru til fótbóltsskúlan. Vit vóru framvið í dag og tóku nakrar myndir av røsku børnunum. Deil á Google Plus. Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár. Send teldupost - tbstora@gmail.com. Tlf: 28 20 60 - cn282060@gmail.com. Leita á TB.fo.
tb.fo
Samstarvið við Franck endað | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/samstarvid-vid-franck-enda
Samstarvið við Franck endað. On 23, Jun 2015. Í februar mánað skrivaði TB sáttmála við 23 ára gamla fraklendingin Franck Odje Able fyri kappingarárið 2015. Nú er greitt, at TB og Franck hava steðgað samstarvinum. Báðir partar eru samdir um, at Franck og TB fara hvør sín veg á hesum sinni. Franck hevur leikt 13 dystir fyri TB og gjørt 3 mál. Deil á Google Plus. Send teldupost - tbstora@gmail.com. Tlf: 28 20 60 - cn282060@gmail.com. Leita á TB.fo.
tb.fo
Hepnið var ikki við TB | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/hepnid-var-ikki-vid-tb
Hepnið var ikki við TB. On 07, Jun 2015. Liðið sá soleiðis út. Ivan í málinum. Í miðverjuni vóru Reynir og Teitur. Carl Bech var á høgra bakki og Ragnar Joensen á vinstra. Rógvi var fluttur aftur á sentrala miðvøllin saman við Martin. Teitur Justinussen var høgri vongur og Eirikur vinstri, aftanfyri hesar var Heini Mikal. Patrik var einsamallur framherji, hetta var útgangsstøðið. Páll Hagbert gjørdi lítla broyting í seinna hálvleiki, hann flutti Teit Justinussen í álopið og Patrik á vongin. Til endans vi...
tb.fo
Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/fotboltsskulin-lidugur-fyri-i-ar
Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár. On 13, Aug 2015. Ársins TB Fótbóltsskúli er av á hesum sinnið. Tríggir dagar við nógvum fótbólti og stuttleika inni við Stórá eru komnir at enda fyri tey umleið 100 børnini sum hava luttikið. Tvøroyrar Bóltfelag takkar øllum fyri tríggjar góðar, stuttligar og mennandi dagar og vónar at vit síggjast aftur næsta ár. Ein serstøk takk til venjarar og onnur, sum hava hjálpt og stuðla í samband við fótbóltsskúlan. Deil á Google Plus. Venjingin byrjar aftur hjá teimum ungu.
tb.fo
Skrá fyri fótbóltsskúlanum | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/skra-fyri-fotboltsskulan
On 08, Aug 2015. Aftur í ár skipar TB fyri tí vælumtókta fótbóltsskúlanum, ið felagið hevur skipað fyri í fleiri ár. Fótbóltsskúlin verður á vøllinum við Stórá og bufféin verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Skráin í ár verður soleiðis:. Týsdagin 11. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Onsdagin 12. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Tórsdagin 13. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Deil á Google Plus. Send teldupost - tbstora@gmail.com. Tlf: 28 20 60 - cn282060@gmail.com. Leita á TB.fo.
tb.fo
Gilli longt sáttmálan við AaB | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/gilli-longt-sattmalan-vid-aab
Gilli longt sáttmálan við AaB. On 09, Jun 2015. Gilli Rólantsson Sørensen hevur longt sáttmálan við Aalborg BK við trimum árum. Sostatt kann væntast at Gilli fær meira leiktíð enn hann hevur fingið í hesum kappingárinum – Gilli var tó darvaður av skaða ein stóran part av byrjanini. Móti endanum av kappingárinum hevur hann verið nærum fastur innskiftari og móti FCK í Parken byrjaði fyrrverandi TB’arin inni. Meira kann lesast um Gilla og nýggja sáttmálan á AaBsport.dk. Deil á Google Plus. Leita á TB.fo.
tb.fo
Leikaratilgongd | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/leikaratilgongd
On 16, Jul 2015. Nú ikki nógvir tímar eru eftir, til flytingargluggin letur aftur, meta vit í nevndini í felagnum, at tíðin er búgvin at koma við einari útmeldig um, hvørjum leikarum felagið hevur styrkt og breiðkað Effo hópin við til seinnu helvt av kappingini. Í tíðini flytingargluggin hevur verið opin, eru tríggir leikarar komnir til felagið. 24 ára gamli Hanus Mortensen er ein kenningur hjá okkum í TB. Hanus leikti við TB áðrenn hann fór til Danmarkar at útbúgva seg. Í Danmark hevur hann leik...Tlf: ...
tb.fo
Nýggir B-venjarar | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/nyggir-b-venjarar
On 16, Jun 2015. Í summarhálvuni hava venjaraskeið verið skipaði av Fótbóltssamband Føroya. FSF byrjaði B-venjaraskeiðini og vóru 11 úr TB við til B1 venjaraskeiði, seinni aftur var hildið áfram við B2, B3 og B4, har tað so bert vóru tveir í TB, ið valdu at luttaka. Teir báðir vóru Allan Smedemark og Karl Øster. Í gjárskvøldið var endaliga royndin hjá teimum og stóðu teir báðir royndina. Praktiska próvtøkan var hildin 19. mei og tann ástøðiligi parturin varð endaður í gjár. Deil á Google Plus.
tb.fo
Venjingin byrjar aftur hjá teimum ungu | Tvøroyrar Bóltfelag
http://www.tb.fo/venjingin-byrjar-aftur-hja-teimum-ungu
Venjingin byrjar aftur hjá teimum ungu. On 14, Aug 2015. Summarfrítíðin er um at vera av, skúlarnir byrja aftur komandi viku og harvið so byrjar venjingin hjá øllum børnunum aftur. Sum útgangsstøði eru venjingartíðirnar tær somu, men eru broytingar vera tær kunnaðar á Facebook bólkunum hjá árganunum. Hvørjir teir bólkarnir eru kunnu tit síggja her. Har síggja tit eisini venjingartíðirnar sum hava verið undan summarsteðginum og væntandi halda á fram. Deil á Google Plus. Fótbóltsskúlin liðugur fyri í ár.